Lóg fyri SU

Lóg fyri Sosialistiskt Ungmannafelag í Føroyum


§1. Felagið


Stk. 1: Navn felagsins er Sosialistisk Ung, í stytting SU.


Stk 2: Endamál felagsins er at fylkja ungdómin um javnaðarhugsjónina. Ein og hvør limur eigur at góðtaka grundsjónarmið Javnaðarfloksins og stevnu SU.


§2. Limir


Stk 1: Limur kann ein og hvør gerast, sum vil fylgja lógum og endamáli felagsins.


Stk 2: Krav er, at limir felagsins eru undir 30 ár.


Stk. 3: SUari, ið er farin um aldursmarkið, verður stuðlandi limur, tó uttan atkvøðurætt.


§ 3. Limagjald


Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundi.


§ 4. Landsnevndin


Stk. 1: Felagið verður stjórnað av eini fimmmannanevnd, og verður formaðurin/kvinnan vald einsæris á aðalfundinum, meðan val av hinum nevndarlimunum fer fram undir einum.


Stk. 2: Valdir verða eisini tveir tiltakslimir til nevndina.


Stk. 3: Økisdeildirnar eiga ein sess í landsnevndini hvør. Hesi velja sjálvi innanhýsis, hvør skal manna sessin í landsnevndini.


Stk 4: Nevndin skipar seg sjálv, við næstformanni, kassameistara og skrivara, á fyrsta nevndarfundi, ið verður hildin innan eina viku eftir ársaðalfundin. Eisini velur nevndin ein altjóða skrivara. Hesin kann sita í nevndini ella í víðkaðu nevndini (sí stk. 5). 


Stk. 5: Harumframt kann veljast ein víðkað nevnd (útisetanevnd), ið hevur rætt til at luttaka á nevndarfundum, men ikki kann greiða atkvøðu.

Í hesi víðkaðu nevndini sita limir, ið ikki eru búsitandi í Føroyum. Upp til fimm fólk kunnu veljast í víðkaðu nevndina.


Stk. 6: Veljast skal umboð og varaumboð til floksleiðsluna ein mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum. Nevndin skipar fyri vali.


Stk. 7: Nevndin átekur sær at velja umboð og varaumboð til starvsnevndina innanhýsis ein mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.


Stk. 8: Nevndin skipar fyri vali av umboðum í samband við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.

Veljast kann ígjøgnum telefon ella givnan miðil frá nevnd. Valrætt hava limir felagsins.


§ 5. Landsfundur


Stk. 1: Limir felagsins, ið ikki kunnu møta til landsfund, skulu hava møguleika at luttaka á landsfundinum ígjøgnum Skype, Ustream ella líknandi miðil.


Stk. 2: Nevndin kann veita ferðaendurgjald til nevndarlim í sambandi við nevndararbeiði við bíligasta ferðahátti.


Stk. 3: Landsfundurin, ið er hægsta vald felagsins, verður hildin um summarið og skal kunngerast við í minsta lagi 14 daga fyrivarni.


Stk. 4: Á ársaðalfundi er dagsskráin:


1. Val av fundarstjóra.

2. Val av skrivara.

3. Formaðurin/forkvinnan greiðir frá virki felagsins í farna árið.

4. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

5. Innkomin uppskot.

6. Val av formanni/-kvinnu.

7. Val av nevndarlimum.

8. Val av tiltakslimum.

9. Val av útisetanevnd.

10. Val av grannskoðara.

11. Ásetan av limagjaldi.

12. Ymiskt




Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo