Lóg fyri SU Mið

Lóg fyri SU Mið - lokalfelag í miðstaðarøkinum

 

§1 Felagið

Stk. 1: SU Mið er økisdeildin hjá Sosialistisk Ung í Streymoy, Vágum, Mykines, Nólsoy, Koltri og Hesti.

Stk. 2: Um so er, at økisdeildin ikki megnar at skipa nevnd trý fylgjandi ár, verður felagið avtikið, og allar ognir hjá SU Mið fella aftur til landsfelagið.

 

§2 Limaskapur

Stk. 1: Limur í SU Mið er ein og hvør, sum telist sum limur í Sosialistisk Ung og hevur fastan bústað í Streymoy, Vágunum, Mykines, Nólsoy, Koltri og Hesti.

Stk. 2: Limur í SU, ið býr uttanlands, kann virka sum limur í SU Mið, um seinasti føroyski bústaður liggur innan økini í stk. 1.

 

§3 Bygnaður

Stk. 1: Hægsti myndugleiki í SU Mið er aðalfundurin.

Stk. 2: Aðalfundurin velur eina nevnd, sum stjórnar SU Mið, og nevndin svarar einans til aðalfundin.

Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálv sambært viðtøkunum hjá SU um økisdeildir.

 

§4 Aðalfundur

Stk. 1: Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið.

Stk. 2: Skráin fyri aðalfundin er skipað eftir raðfylgju, sum skal fylgjast:

Val av fundarstjóra

Val av fundarskrivara

Frágreiðing av virkseminum farna árið

Val av nevnd

Val av grannskoðara

Innkomin uppskot

Ymiskt

Stk. 3: Aðalfundurin skal lýsast í minsta lagi tvær vikur áðrenn dagfestingina. Aðalfundurin skal lýsast á ein hátt, har allir limir í

Sosialistisk Ung síggja lýsingina.

 

Viðtøkurnar eru samtyktar á aðalfundi 04. desember 2017.

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo