Um okkum

 

Hvørji eru vit?

Sosialistisk Ung (SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum.

SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum.

Í SU ganga vit høgt uppí, at tað er pláss fyri øllum, og tað sæst eisini aftur á ymisleikanum á limalistanum. Bæði viðvíkjandi bakgrund, landafrøðiliga o.s.fr..

 

SU er partur av PolUng, og saman við teimum arbeiða vit fyri at økja um áhugan fyri politikki millum ung.

 

Leiðslan í SU

Nevndin er mannað sum fimm manna nevnd við formanni, næstformanni, skrivara, kassameistara og einum eykalimi. Nevndin hittist til fund uml. fjúrtanda hvønn dag. Á fundunum kjakast vit um aktuell evni, gera vart við okkum í fjølmiðlunum, mótmæla, viðmæla, stuðla undir eftir okkara sjónarmiðum, skipa fyri politiskum fundum og tiltøkum av ymiskum slag o.m.a. Harafturat hava vit ein arbeiðsdag hvørt hálvár, har allir limirnir hittast at arbeiða við at røkka okkara málum og hugna okkum saman.

 

 

 

Mótmælistiltak: "Nú er nokk!"

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo