Lóg fyri SU

Lóg fyri Sosialistiskt Ungmannafelag í Føroyum

 

§1.

 

Navn felagsins er Sosialistisk Ung í Føroyum, í stytting SU.

 

Endamál felagsins er at fylkja ungdómin um javnaðarhugsjónina. Ein og hvør limur eigur at góðtaka grundsjónarmið Javnaðarfloksins og stevnu SU’s.

 

§2.

 

Limur kann ein og hvør gerast, sum vil fylgja lógum og endamáli felagsins.

 

Aldursmarkið hjá limum felagsins er 15-30 ár við báðum árum íroknaðum.

 

SU’ari, ið er farin um aldursmarkið, verður stuðlandi limur, tó uttan atkvøðurætt.

 

§ 3.

 

Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundi.

 

§ 4.

 

Felagið verður stjórnað av eini 5-mannanevnd, og verður formaðurin/kvinna vald einsæris á aðalfundinum, meðan val av hinum nevndarlimunum fer fram undir einum.

 

Valt verður eisini tveir tiltakslimir til nevndina.

 

Nevndin skipar seg sjálv við næstformanni, kassameistara og skrivara, á fyrsta nevndarfundi, ið verður hildin innan eina viku eftir ársaðalfundin.

 

Harumframt kann veljast ein víðkað nevnd (útisetanevnd) , ið hevur rætt til at luttaka í nevndarfundum, men ikki kann greiða atkvøðu.

Í hesi víðkaðu nevndini sita limir, ið ikki eru búsitandi í Føroyum. Upp til fimm fólk kunnu veljast í víðkaðu nevndina.

 

Veljast skal umboð og varðaumboð til floksleiðsluna 1 mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum, nevndin skipar fyri valið.

 

Nevndin átekur sær at velja umboð og varðaumboð til starvsnevndina innanhýsis 1 mánað áðrenn landsfundin hjá Javnaðarflokkinum

 

Nevndin skipar fyri val av umboðum í samband við landsfundin hjá Javnaðarflokkinum.

Veljast kann ígjøgnum telefon ella givnan miðil frá nevnd. Valrætt hava limir felagsins

 

§ 5.

 

Limir felagsins, ið ikki kunnu møta til aðalfund, skulu hava møguleika at luttaka á aðalfundinum ígjøgnum Skype, Ustream ella líknandi miðil.

 

Nevndin kann veita endurgjald til nevndarlim í sambandi við nevndararbeiði við bíligasta ferðahátti.

 

Ársaðalfundurin, ið er hægsta vald felagsins, verður hildin í september og skal kunngerast við í minsta lagi 14 daga fyrivarni.

 

Á ársaðalfundi er dagsskráin:

 

1. Formaðurin/forkvinnan greiðir frá virki felagsins í farna ári.

2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

3. Val av nevnd og tiltakslimum.

4. Val av útisetanevnd.

5. Val av grannskoðara.

6. Ásetan av limagjaldi.

7. Uppskot frá nevnd og limum.

6. Ásetan av limagjaldi.

7. Uppskot frá nevnd og limum.

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, su@su.fo