Útisetanevndin

ÚTISETANEVNDIN

 

Í Sosialistisk Ung halda vit tað vera umráðandi at laga seg eftir umstøðunum, og tí valdu vit í 2011 at stovna eina útisetanevnd. Ein stórur partur av ungdóminum í Føroyum fer uttanlands at nema sær útbúgving, og er tí burturstaddur størsta partin av árinum lestrarárini. Við at hava eina útisetanevnd geva vit limum okkara, sum ikki eru í Føroyum, møguleika fyri at varðveita tilknýtið til felagið. Hetta verður gjørt við at hava fundir umvegis Skype, atkvøðugreiðslur umvegis sms og Facebook o.s.fr.

 

Samstundis hevur SU gleði av, at Útisetanevndin ger ymiskt arbeiði fyri felagið, sum ber til at gera tvørtum um landamørk. Hetta verið seg at skriva tekstir til heimasíðu, Facebook-síðu, lesarabrøv og annað. Sum dømi um annað virksemi, sum limirnir í Útisetanevndini hava verið við til at skipað fyri, kann nevnast mótmælisgongurnar móti framferðarháttinum í Innlendismálaráðnum í sambandi við Eysturoyartunnilin, sum í 2013 m.a. vórðu hildnar í Aarhus, Odense og Keypmannahavn.

 

Upp undir val er tað eisini uppgávan hjá limunum í Útisetanevndini at vera ein virkin partur í at gera Javnaðarflokkin sjónligan á staðnum.

 

Talið av limum í Útisetanevndini er skiftandi í mun til áhuga. Limirnir í Útisetanevndini hava møguleika at luttaka á øllum nevndarfundum felagsins, men hava ikki atkvøðurætt á nevndarfundum. Í løtuni eru fimm limir í Útisetanevndini. Hesi eru: Guðrun Durhuus í Keypmannahavn, Andrias Høgenni og Erhard Petersen í Odense, Barbara Eysturoy í Aalborg og Elma Næs Mortansdóttir á eftirskúla í Tølløse.

 

Býrt tú í einum av hesum økjunum, og ert tú áhugað/ur í at vera við í virkseminum hjá Sosialistisk Ung í Keypmannahavn ella Odense, ert tú vælkomin at seta teg í samband við limirnar á staðnum.

 

Jógvan Kallsgarð

Aalborg

Facebook samband

 

Andrias Høgenni

Odense

Facebook samband

 

Guðrun Durhuus

Keypmannahavn

Facebook samband

 

Erhard Petersen

Odense

Facebook samband

 

Magnus Høgenni

Aberdeen, Scotland

Facebook samband

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo

https://scontent-amt2-1.xx.fbcdn.net/v/t1.0-9/13882244_10208721802394695_7945894843572297748_n.jpg?oh=edd5a80a3c4b54e5eb2709af330a05a2&oe=588FD512