Sálarheilsu

SÁLARHEILSA

 

JAVNSETA SÁLARSJÚKUR VIÐ KROPSLIGAR SJÚKUR

Hevur tú til dømis eitt brotið bein ella ein hálsbruna, so sleppur tú lættliga framat hjá lækna at fáa viðgerð – ókeypis! Hevur tú hinvegin angist, depressión ella aðra ”ósjónliga sjúku”, so er tað ikki líka einfalt at fáa hjálp.

 

VIÐGERÐ FYRI SÁLARLIGAR AVBJÓÐINGAR EIGUR AT VERA ÓKEYPIS

Ein liður í at javnseta sálarliga og kropsliga heilsu er at tilboðini verða ókeypis. Sum nú er kann heilsutrygd rinda upp til 40% av viðgerð til sálarfrøðing – her eru ikki psykoterapeutar og líknandi dekkaði, t.v.s. at brúkarin rindar fullar kostnað. Tó eru tað ymiskir felagsskapir, ið veita ókeypis tilboð.

Sosialistisk Ung ynskir, at óansæð hvat tilboð, brúkarin hevur tørv á, so skal tað ikki rindast fullan kostnað. Málið er, at hetta skal vera eitt ókeypis tilboð, men undir øllum umstøðum, so eigur eitt ókeypis tilboð til ung undir 25 ár at fáa upp í lag sum skjótast.

 

PSYKIATRISK SKAÐASTOVA

Sum nú er hava vit onga psykiatriska skaðastovu í Føroyum. Tey, ið hava ein brátørv á sálarviðgerð, verða antin noydd at fara út á vanligu skaðastovuna, um so er at eingin sálarlækni er til arbeiðis í tí løtuni.

Tað er sera umráðandi, at tey ið hava hendan brátørv, verða møtt av kvalifiseraðum lækna og undir umstøðum, ið eru virðilig fyri sjúklingin. Tí er neyðugt at fáa eina psykiatriska skaðastovu undir psykiatriini.

 

UPPLÝSING EIN TÝÐANDI LIÐUR

Tað finst nógv tabu rundanum sálarsjúkur. Hetta kann í stóran mun stava frá manglandi upplýsing og vitan um sálarheilsu. Tí eiga vit at syrgja fyri, at undirvíst verður um sálarheilsu ígjøgnum fólkaskúlan og á øðrum útbúgvingarstovnum víðari.

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo