Plastikk og umhvørvi

PLAST OG UMHVØRVI

 

Ein av nútíðmans størstu umhvørvisavbjóðingum er tann alsamt vaksandi mongdin av plasti í havinum og í náttúruni. Um vit ikki seta neyðug átøk í verk fyri at steðga hesi gongd kemur hetta at hava álvarssamar avleiðingar í framtíðini – eitt nú vísa framskrivingar at mongdin av plastikki kemur at vera eins stór sum mongdin av fiski í 2050. Fyri at minka um okkara plastikoysl mugu tiltøk setast í verk.

 

Hvørt ár verða 25 milliónir tons av plastikburturkasti framleitt í Evropa, harav minni enn 30% verður endurnýtt. Tískil er neyðugt at taka hond um dagsins trupulleikar sum leggja ein langvarðandi skugga yvir framleiðsluna, nýtsluna og handfaringina av plastikki. Tær rúgvismiklu mongdirnar av plastikburturkasti, sum enda í havi okkara hvønn dag, eru kanska tey mest sjónligu og ørkymlandi tekini á hesar trupulleikar.

 

Mál eru sett at basa trupulleikanum. Eitt nú ætlar ES kommisjónin at forbjóða einnýtisplasti í 2030, men vit trúgva uppá, at Føroyar kunnu vera uppaftur meiri framsøkin í at verja umhvørvið og í burðardyggari menning.

 

Vit eggja tí Landsstýrinum at leggja eina ætlan um at minka um mongdina av plastikburturkasti og –oysli. Endamálið við ætlanini skal vera at økja um endurnýtslu av plasti og skunda undir at avloysa plast við øðrum burðadyggum tilfari. Ein slík ætlan leggur lunnar undir ein nýggjan og betri umhvørvisbúskap, har framleiðsla og handfaring av plasti taka serligt atlit til endurnýslu og endurskapan, og har burðardygt tilfar verður ment og fær størri uppmerksemi. Fyri tey sløgini av einnýtisplasti, sum ikki kunnu gerast úr ikki-plasti, krevja vit framleiðara- og brúkaraábyrgd fyri handfaring av burturkasti.

 

 

Sosialistisk Ung heita tí á Føroya Landsstýri um at:

  • Gera eina heildarætlan fyri at minka um mongdina av plastikburturkasti
  • Eitt forboð á einnýtisplast áðrenn 2030
  • Seta í verk eina pantskipan fyri ymisk sløg av plasti
  • Innføra framleiðaraábyrgd til handfara plastikburturkast á rættan hátt
  • Eitt fullkomið forboð á húsarhaldsvørur og kosmetikk, sum innihalda mikroplast
  • Økja um stuðulin til granskingarverkætlanir, ið hava til endamáls at granska nýtt tilfar, sum kann koma í staðin fyri plast

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 254029, su@su.fo