Lestrarumhvørvi í Føroyum

LESTRARUMHVØRVI Í FØROYUM

 

Endamálið við hesum politikki er at skapa eitt gott og innihaldsríkt lestrarumhvørvi til tey lesandi í Føroyum. Við einum góðum politikki vilja Føroyar og samfelagið standa seg sterkari í tí hørðu kappingini, sum er um tilfeingið í Norðurlondum og Evropa.

 

Økir innan hendan politikk eru:

  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Skúladepilin í Marknagil
  • Campus
  • Felagsøkir
  • Vitanarhølir (les: Bókasøvn)
  • Lestrarstuðul
  • Treytir
  • Lærupláss
  • Gransking

 

Fróðskaparsetur Føroya

Fyri at gagnnýta okkara ekspertisu og tillæring eigur at verða bygt samlað eitt Setur, sum húsar øllum bólkum innan sama øki/tekju, og tí vil Sosialistisk Ung heita á landsins stjórn um at seta hetta í verk sum skjótast fyri at fáa sum mest burturúr, har vit bæði spara og trívast.

 

Skúladepilin

Vit í Sosialistisk Ung gleðast um, at skúladepilin hevur sæð dagsins ljós sum Marknagilsdepilin, tí hesin depilin hevur stórar møguleikar frammanfyri sær. Møguleikarnir eru, at vit kunnu samskipa og skapa stórar møguleikar til eina snikkaragjørda útbúgving við fleiri samansetingum og tilboðum enn nakrantíð áður. Vit í Sosialistisk Ung síggja fyri okkum, at vit hava trý kraftsentur í Føroyum, eitt í miðøkinum, norðurøkinum og í suðurøkinum (Suðuroy), sum kunnu fevna um ávikavíst student, HF, handils- og tekniska skúla. Hesu øki vilja skapa ein fjølbroyttan og kláran ungdóm, sum skulu taka við, tá ið tíðin er búgvin.

 

Campus og felagsøkir

Fyri at kunna skapa góðan trivnað, samanhald og búning eru campus og felagsøkir ein avgerandi faktorur í spælinum. Vit skulu geva teimum lesandi (støkum, pørum og famijum) møguleikan til at kunna búgva í góðum umstøðum fyri ein lagaligan pening, soleiðis at tey kunnu trívast og hava eitt gott grundarlag. Vit vilja tí virka fyri, at eitt øki verður sett av nærheindis t.d. Setrinum, har eitt Campus verður bygt við ymsum íbúðum.

Fyri trivnaðin og samanhald eiga bæði skúlarnir og campus at hava eitt felagsøki til tey lesandi at útfolda seg. Hesi øki skulu rúma møguleikum til eitt nú lektiucafé, studentarcafé, mentanartiltøk, tónleik, list, upplestri o.s.fr. (samanhald).

 

Vitunarhølir

Í býum og bygdum, ið rúma einum skúladepli, er ein sjálfylgja, at vit hava eini nýmótans og spennandi vitunarhøli, sum altíð eru klár at leggja rammur og útboð og eina spennandi skrá fyri teimum lesandi. Nevnast kann Býarbókasavnið í Tórshavn, sum hevur flutt bókasavnið inn í nýggju øldina til eitt nýtt og spennandi vitunarhøli.

 

Lestrarstuðul og treytir

Føroyska samfelagið er í sterkari kapping við grannalond okkara um føroyska ungdómin, og mong eru tey, sum fara í lestrarørindi av landinum, tí at útboðið, prísstøðið og møguleikarnir ikki eru til staðar í føroyska samfelagnum. Vit vilja vísa á, at ein lesandi ikki skal setast aftur at útbúgva seg í Føroyum av tí orsøk, at lestrarstuðulin og prísstøðið ikki hanga saman. Tí vil Sosialistisk Ung halda lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgvingum á einum støði, har ein fær havt ein bústað og til dagin, at familjurnar (stakar mammur/pápar, pør við børnum) fáa tað eyka, sum kostnaðurin er við børnum, og at fólk við serligum avbjóðingum/brek/menningartarni/ADHD o.s.fr, verða fevnd við rættari hjálp (stuðli).

 

Lærupláss

Tað er ein veruleiki í dag, at sera fá lærupláss eru í mun til tørvin og eftirspurningin. Vit vilja heita á landsins stjórn at veita fleiri almenn lærupláss, at umskipa lógina um lærupláss, soleiðis at privatu marknaðurin fær veitt fleiri lærupláss, t.d. tveir lærlingar pr. svein, og at lærlingarnir fáa líknandi treytir sum lesandi innanfyri almenna ferðing, skúlahald o.s.fr.

 

Gransking

Fyri at eitt land og fólkið skulu mennast og hava góðar arbeiðsmøguleikar má og skal gransking til, tí við gransking kemur vitan, og frá vitan koma arbeiðspláss til allar bólkar í samfelagnum. Tískil vilja vit, at landið og tað privata seta 1% hvør sær av til gransking, soleiðis at vit kunnu mennast.

 

 

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo