Integratiónspolitikkur

INTEGRATIÓNSPOLITIKKUR

 

SU tekur undir við einum opnum integratiónspolitikki, ið tekur atlit til og vísur virðing fyri bæði mentan og samleika hjá teimum, sum flyta til Føroyar úr øðrum londum.

 

Mentanir eru ymiskar, og í SU trúgva vit uppá, at mentanir úr ymsum pørtum av heiminum kunnu fáa virðismiklan lærdóm frá hvørjum øðrum. Fortreytin fyri hesum er tó ein positivur dialogur, og hetta er eitt úrslit av, at vit taka ímóti útlendingum við opnum ørmum.

 

SU gongur inn fyri einum altjóða samhaldsfesti, ið merkir, at útlendingar skulu vera hjartaliga vælkomnir, uttan mun til fólkaslag, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska áskoðan ella aðra meining, tjóðskap og familju, ognir, føðistað ella aðra støðu.

Tá útlendingar koma til Føroyar, er tað tískil umráðandi, at teir kenna seg vælkomnar at seta búgv og arbeiða her í landinum. Okkara uppgáva sum samfelag er at veita innflytarum eina rímiliga stutta viðgerðartíð og at seta rímilig krøv til teirra, so tey kunnu gerast partur av samfelagnum og ikki verða fremmandagjørd.

 

Um vit sum samfelag skulu gera tað liviligt fyri útlendingar í Føroyum, mugu vit bjóða teimum holla undirvísing í føroyskum. Fleiri politikarar hava longu talað fyri at seta eina serstaka játtan av til hesa undirvísing. Hetta meta vit í Sosialistisk Ung at vera ein gongd leið, og vit vóna, at kjakið um føroyskan integratiónspolitikk fer at fylgja einum konstruktivum leisti.

 

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com