Okkara politikkur

Mál

Sosialistisk Ung (SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Aðalmálið hjá SU er at arbeiða fyri einum samfelag, har øll hava tað gott, hava somu møguleikar og kunnu gera tað, ið liggur hjarta teirra nærmast.

 

Javnrættur

Øll eiga, uttan mun til kyn, uppruna, húðarlit, átrúnað, kynsligan samleika, brek, sálarstøðu, og fíggjar- og útbúgvingarstøðuna hjá foreldrunum, at hava somu møguleikar og atgongd til vælferðina. Harafturat ynskja vit javnstøðu millum kynini og sosialu bólkarnar, bæði í frítíð, arbeiðslívi og politikki.

 

Útbúgving fyri øll

SU sær tey lesandi í Føroyum sum týdningarmestu íløguna í landinum. Eitt gott prógv merkir ein góð íløga, og ein av fortreytunum fyri einum góðum prógvi, er eitt gott lestrarumhvørvi við góðum lestrarstuðli og íbúðarmøguleikum. Øll eiga at hava somu atgongd til at nema sær útbúgving – tað eru m.o. eisini førleikaskerd og stakir uppihaldarar.

 

Vit í SU eru sannførd um, at útbúgving er lykilin til framtíðar Føroyar.

 

Minnilutar

SU ynskir at vera røddin hjá sosialu minnilutunum í Føroyum. Hetta eru vit við at standa saman við og hjálpa teimum, ið eru fyri mismuni og alt ov lættliga kunnu detta niðurímillum í samfelagnum. Eitt nú fylgja vit við í, hvussu fólkini í hesum bólkum trívast, hvønn tørv tey hava, og hvussu vit kunnu arbeiða fyri at tey kunnu verða virknir og skapandi samfelagsborgarar. Her hugsa vit eitt nú um fólk, ið bera brek, eru førleikaskerd, sinnisveik, samkynd ella eru stakir uppihaldarar.

 

Føroyar fyri øll

SU ynskir eitt rúmligt og tolsamt samfelag, har øll kenna seg væl. Eitt samfelag har tað er loyvt og er rúm fyri at kjakast og taka upp evni, sum kunnu vera trupul at viðgera. Eitt samfelag, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava størst møguliga ávirkan á egin lívsviðurskifti.

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo