Flóttafólk

FLÓTTAFÓLKAPOLITIKKUR

 

FØROYAR VERÐA STERKARI

Tað er alneyðugt, at vit sum ríkt og friðarligt land taka okkara ábyrgd fyri avleiðingunum av tí, sum fer fram úti í heimi. Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum. Meira enn tað, so eru vit eitt trygt stað, har børn lættliga kunnu hava tað gott, og har lítið av kriminaliteti er. Tí er tað júst her, at nakrar familjur, sum hava mist alt, sum flýggja undan deyða, forfylging og harðrendum stýrum, kunnu fáa eitt gott lív. Eitt lív, har vit ríka hvønn annan.

 

AT HJÁLPA Í NÆRUMHVØRVINUM

Tað fyrsta vit altíð skulu gera, er sjálvandi at hjálpa í nærumhvørvinum. Tað er bíligast, men meira enn tað, so vilja fólk helst verða verandi í sínum egna landi. Fólk vilja ikki flýggja, tey vilja ikki missa alt. Tey verða noydd til tað.

 

Onkuntíð mugu fólk tó flýggja heimanífrá. Tey mugu sleppa øllum fyri at yvirliva, ella fyri at hava eina framtíð. Aftur tá kann tað vera gott at hjálpa so tætt við heim teirra sum gjørligt. Fólk vilja helst flyta heimaftur. Tey hava vónina um at byggja sítt gamla lív upp aftur.

 

Men tá tað er ein neyðstøða, sum ongan enda tykist at fáa; tá meira enn helvtin av íbúgvunum í einum landi flýggja; tá kríggj bara heldur áfram, og ein enntá er farin at brúka kemisk vápn, og neyðtøkur, morð og inndoktrinering eru blivin institutionaliseraði – er tað tá nóg gott at hjálpa á staðnum? Er nøkur vón fyri, at fólk kunnu koma heim aftur, at taka upp aftur sítt gamla lív? Og hvussu leingi skulu tey bíða? Tvey ár? Fimm? Tíggju? Kann ein bjóða børnum at vaksa upp í eini flóttafólkalegu og uttan útbúgving?

 

Vit skulu framvegis hjálpa á staðnum tá, men vit mugu eisini viðurkenna, at um grannalondini hjá londunum, har stríðið fer fram, fáa so nógvar flóttar, at fólkatalið í londunum tvífaldast, so er tað bert ein spurningur um tíð, til tey londini detta sundur vegna búskaparliga trýstið. Tá mugu vit eisini hjálpa aðrastaðni enn í nærumhvørvinum.

 

SJÁLVANDI SKULU VIT TAKA ÍMÓTI FLÓTTUM

Mentan og siðvenja okkara byggja á næstrakærleika, samanhald, og at hjálpa teimum, sum ikki kunnu hjálpa sær sjálvum. Hetta eigur ikki bert at vera galdandi fyri føroyingar - eisini fyri allar aðrar borgarar í heiminum. Tí skulu vit sjálvandi taka ímóti flóttafólki. Vit skulu bjóða teimum vælkomnum og tryggja okkum, at tey kunna gerast ein partur av samfelagnum.

 

Tað fólkini hava brúk fyri her og nú er tryggleika, einum staði at búgva og mati. Tað kunnu og eiga vit at bjóða teimum. Vit hava eisini trupulleikar í Føroyum, sjálvandi, tað hava øll lond. Men tað at vit hava trupulleikar, at øll ikki hava tað líka gott her í Føroyum, og at onnur fólk í heiminum heldur ikki hava tað gott, er ikki ein orsøk til ikki at taka ímóti hesum fólkunum. At taka ímóti børnum, sum onga framtíð hava, tí valdsharrar eru farnir at blaka bumbur eftir hvør øðrum, er ikki óðamannaverk.

 

Vit kunnu tó ikki gera hetta í blindum. Tá flóttafólk fáa uppihaldsloyvi í einum landi, er tað ómetaliga torført hjá teimum at fáa bara fyribils loyvi til at fara inn í nakað annað land. Tí standa vit skjótt í teirri støðu, at fólk ikki kunnu fara úr Føroyum í bara stutt tíðarbil, inntil tey fáa varandi uppihaldsloyvi.

 

Vanliga er hetta ikki ein trupulleiki, men júst í Føroyum er tað ein stórur trupulleiki. Nógvar viðgerðir fyri sjúku bjóða vit ikki í Føroyum. Blíva hesi flóttafólkini sjúk, og vit ikki hava førleikan at hjálpa teimum í Føroyum, kunnu tey standa í eini svárari støðu. Integratión kann eisini gerast ein trupulleiki av hesum. Nógv flóttafólk eru vælútbúgvin – men fyri at tey kunnu brúka útbúgving sína í Føroyum, eru sum oftast onkur smærri skeið, sum tey skulu taka afturat útbúgvingini. Hesi skeiðini kunnu tey oftast ikki taka í Føroyum. Tey mugu sleppa onkra aðrastaðni at taka tey, áðrenn tey kunnu brúka sína útbúgving í Føroyum.

 

Tí mugu vit fáa eina avtalu við t.d. Ísland, Danmark ella Týskland um, at tey flóttafólkini, vit taka ímóti, kunnu fara til teirra fyri sjúkuviðgerð, og at fáa neyðugu skjølini í sambandi við at brúka teirra útbúgving í Føroyum - eins og vit sjálvandi alt fyri eitt mugu fara undir at fyrireika málslig, mentanarlig og faktuel skeið, sum gera tað lættari at blíva ein partur av føroyska samfelagnum.

 

Fram um alt er tað týdningarmesta, at vit bjóða hesum fólkunum trygd her og nú. At vit eru móti teimum, eins og vit ynskja, at tey eru móti okkum. Men tað er næstan eins týdningarmikið, at vit tryggja, at hesi fólkini alt fyri eitt gerast ein partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum – av føroyska samfelagnum. Arbeiði er skjótasta og tryggasta leiðin til væl eydnaða integratión. At tryggja, at hesi fólkini verða ein partur av føroyska samfelagnum.

 

At vit harvið eisini økja um arbeiðsorku okkara, og vera fleiri til at byggja Føroyar, er bara ein fyrimunur.

 

 

 

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com