Barsilsskipanin

Javnstøða í barsilsskipanini

 

Javnstøða millum kynini og javnstøða sum heild er eitt av aðalmálunum hjá SU. Vit meta, at tað er ikki fyrr enn bæði kyn hava eins møguleikar, at Føroyar sum land kann røkka sínari fullkomnu styrki.

 

Vit meta, at kynsdiskriminatión er aktuell í føroyska samfelagnum, og at ávísir sosialir normar í samfelagnum hava ofta ræðið á valinum hjá hinum einstaka borgaranum. Í lógarverkinum hava megnað at basa nógvum mismuni millum kynini. Tó eru tað enn lógir, ið beinleiðis geva borgarum ymisk rættindi í mun til kyn, og sum leggja upp til eina ávísa fatan av kynunum.

Eitt dømi um hetta er barsilsskipanin.

 

Í løtuni er barsilsfarloyvið 44 vikur tilsaman. 14 vikur eru oyramerktar til mammuna, 4 eru oyramerktar til pápan, og 26 vikur stendur teimum frítt at ráða yvir. Tøl frá TAKS vísa, at tað í allar flestu førum er mamman, ið tekur barsil. Orsøkirnar til hetta kunnu vera fleiri.

 

Sosialir normar gera tað torført hjá pápum at taka barsil

Ein av høvuðsorsøkunum eru sterku sosialu normarnir, ið gera tað torført hjá monnum at fara í barsil. Millum annað meta vit, at tann ráðandi fatanin er, at leikluturin at ansa børnum eigur mamman, meðan pápin eigur at forsyrgja. Tað gerst enn truplari, tá ið ein pápi tekur barsil, at ført verður fram, hann ikki fer í barsil men heldur “tekur barsilsdagar frá mammuni”.

 

Eitt dømi uppá hetta kann síggjast í nevndarviðgerðini í 2014, tá uppskot var at leingja barsilsfarloyvið fyri pápar. Sí álitið til løgtingsmál nr. 126/2013 her.

 

Fyri at gera upp við hesa hugsjón eiga vit at eggja pápum at taka meiri barsil. Í fyrstu atløgu meta vit, at tað er neyðugt at oyramerkja ”pápabarsil” við lóg.

 

Lógarverkið má ganga á odda fyri at steðga mismuni

SU ynskir, at pápar fáa eins nógv oyramerkt, sum mammur fáa. Tað vil siga, at bæði foreldur fáa 14 oyramerktar vikur í part, sum ikki kunnu latast hinum. Restina av tíðini kunnu tey sjálvi ráða yvir. Undantøk kunnu sjálvandi latast til tey foreldur, ið eru einsamøll um barnið.

 

Tá ið lógin varð smíðað í 2001, fekk mamman fjúrtan sokallaðar vardar vikur. Hetta varð gjørt fyri, at mamman ikki skuldi kenna seg noydda at fara til arbeiðis vegna trýst frá makanum, familjuni ella arbeiðsplássinum. Hetta vilja vit víðka til at fevna um pápan eisini, tí at hetta trýstið er eins stórt her, um ikki størri.

 

Somuleiðis kann tað liggja eitt trýst á mammum at fara úr barsil, tí ein “góð mamma velur altíð barnið framum arbeiðið”.

 

Diskriminatión at lóggeva øðrvísi í mun til kyn

Ein annar trupulleiki, sum núverandi barsilsskipan leggur upp til, er diskriminatión mótvegis kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Hóast tað ikki er lógligt, so uppliva fleiri kvinnur í burðardyggum aldri, at arbeiðsgevarar eru afturhaldssinnaðir at seta tær í starv, tí hugsast kann, at tær fara at taka barsil.

 

Við at pápar fara at taka meiri lut í barsilstíðini, so fær annað kynið ikki framíhjárætt á arbeiðsmarknaðinum, og á tann hátt fáa vit gjørt upp við hesa diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum.

 

Munur er á formellum og reellum rættindum

Í einum fullkomnum heimi hevði tað borið til at fingið eina natúrliga javnstøðu, tá ið foreldrini skipaðu seg sjálvi. Hetta er partvíst rætt, men tá verður ikki tikið atlit til sosialar normar. Tá ið ein pápi kann velja at fara á barsil, uttan at tað ávirkar barsilsdagarnir hjá mammuni, byrjar tað meira at líkjast einum reelum valið.

 

Útgjaldið eigur ikki at hækka í fyrstu syftu

SU meinar ikki, at útgjaldið eigur at hækka á hesum sinni. Hóast hetta møguliga hevði hjálpt uppá støðuna viðvíkjandi javnstøðu, so meta vit, at tað er av størri týdningi at økja barsilistíðina uppá tær 52 vikurnar fyrst. Føroyar hava í dag eitt tað hægsta útgjaldið í Norðurlondum, og vit meta, at tey, ið hava eitt útgjald undir 25.000, hava meiri tørv á at fáa longt barsilin, enn at nøkur fáa enn meiri úr skipanini.

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com