Abort

ABORT

 

AT VELJA ABORT ER EIN PERSÓNLIG AVGERÐ

Sum nú er, so liggur avgerðin, hvørs ein kvinna sleppur at taka abort hjá tveimum læknum. Í hesari støðu renna vit okkum møguliga inn í mismun og manglandi rættartrygd. Abort er eitt etiskt mál, og eisini læknar hava ymsar meiningar um og tulkingar av føroysku fosturtøkulógini. Sagt verður ofta millum fólk, at tað ber til at fáa abort í Føroyum, um bara tú veit, hvønn lækna tú skal fara til. Hetta er ikki rættartrygd!

Hóast orsøkirnar til at velja abort kunnu vera ymiskar, so metir Sosialistisk Ung, at einasti persónurin, ið veruliga er førur fyri at taka avgerð um hvørs kvinnan kann fáa abort ella ikki, er kvinnan sjálv.

 

 

TAÐ EIGUR AT VERA EITT MARK FYRI FRÍA ABORT

Vit eiga at hava eitt mark fyri, nær kvinnan kann fáa eina abort. Hetta markið skal taka hædd fyri, hvussu útviklað fostrið er og taka útgangsstøðið í læknafrøðini, samstundis sum kvinnan verður tryggjað eina nóg góða umhugsunartíð.

 

 

VEGLEIÐING SKAL VERA TILSTAÐAR

Avgerðin skal liggja hjá kvinnuni, men ein slík avgerð má og skal takast á einum upplýstum grundarlagið. Tí skulu tað vera ávísar mannagongdir, har tað stendur kvinnuni í boði at fáa vegleiðing og ráðgeving um hennara møguleikar, eisini aftaná fosturtøkan verður framd, um tørvur er á tí.

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250104, su@su.fo