Útlendingamál

ÚTLENDINGAMÁL

 

SU tekur undir við at yvirtaka tann partin av útlendingamálum, ið hevur við umsøknir um borgaraskap, arbeiðs- og uppihaldsloyvi og integratiónsmál at gera.

 

SU gongur inn fyri einum integratiónspolitikki, ið ikki ger mun á fólki vegna uppruna tjóðskap, kyn, hjúnarstøðu, trúgv, húðarlit og seksualitet. Hetta er í tráð við evropeiska mannarættindasáttmálan.

 

Tá fólk úr øðrum londum koma til Føroyar, skulu tey hava góðar møguleikar at læra føroyska málið og mentanina, eins og tað eigur at vera rúm fyri teirra egnu mentan. Einar rúmligar Føroyar eiga sanniliga at virka fyri fjølbroytni og ymiskleika.

 

Tá tað kemur til flóttafólkaøkið, mæla vit tó til, at onnur loysn verður funnin enn at yvirtaka málsøki her og nú. Antin ber til at gera samstarvsavtalur við kommunur aðrastaðni, ella mugu vit undir eitt miðvíst arbeiði at menna eina sálarliga krepputilbúgving, ið skal vera á so mikið høgum støði, at vit kunnu bjóða fólki, ið hava verið úti fyri píning, forfylging og øðrum traumatiserandi hendingum, eina nøktandi viðgerð.

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com