Tá ið endarnir ikki røkka!

John av Reyni, limur í SU

13. mars, 2015

"Tá ið endarnir ikki røkka!"

 

Grækarsmessa hevur júst verið og er tjóðfuglur okkara Tjaldrið komi heldur buldursliga heim á hesum sinni, hetta er tíðin har vit fáa longri og ljósari dagar, vatnkranin sum hevur oyst niður á okkum allan vetur byrjar spakuliga at sløkkna og sólin og hitin byrja at gera um seg.

 

Hetta er eisini tíðin har nógvur ungdómur í hópatali skal søkja inn á sína útbúgving sum skal tryggja at vit hava góð og dugnalig fólk at taka við og bera okkara samfelag viðari og vónandi til tað betra.

 

Møguleikarnir eru ikk smávegis nú vit skriva ár 2015 og sigast kann at heimurin er veruliga opin fyri teimum ungu og er eisini hørð kapping um hesu góðu fólk tí londini vita at hetta er framtíðin, men hvussu klárar Føroyar seg í øllum hesum?

 

Nevnast skal at ongantið áður hava so mong lisið í Føroyum og hava vit eisini sera góðar og gevandi lærarar sum gera sítt besta fyri at tann lesandi kann mennast, men har er altið eitt men!

 

Lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgvingum, útibúgvandi og forsyrgjarum er alt annað enn nøktandi í verandi løtu og kann ein ikki liva einans av hesum 3815 kr sum studni letur, tí skal ein hava nakað at búgva í, skúlabøkur, klæði á kroppin og mat í munnin so letur tað seg als ikki gera.

 

Kostnaðurin at liva í Føroyska samfelagnum er høgur og kostar ein vanlig íbúð um 5000 kr um mdr.- Skúlabøkur liggja frá 200-500 kr pr bók, og ein til tveir posar av innkeypi um tær 300-500 kr + meira, rættari sagt so er tað ikki livandi uttan góða familju og nógv arbeiði við siðurnar av.

 

Har eru nógv dømi uppá støkk og helst forsyrgjarar sum fegin hava vilja fingið sína útbúgving í Føroyum, men hava verið noydd at leita aðrar leiðir vegna tann høga livikostnaðan og lága lestrarstuðulin, hetta tíverri tí Danmark kann bjóða lágan livikostnað, hægri studning (5908 kr), og “boligstøtte”.

 

Tíðin er komin har vit vísa at vit vilja geva góð kór til tann lesandi, eisini til tann lesandi sum ikki hevur familjuna at dúva uppá, tíðin er farin frá at vit dríva lættisópa politikk við fokus á bíligari parfumu, tí parfuma er ikki tað sum ger tað lættari at vera Føroyingur, men er tað bíligari gerandísvørur og umstøður sum byggja land.

 

Latið okkum geva ein Lestrarstuðul til tær hægri útbúgvingarnar, forsyrgjarnar og tey útibúgvandi soleiðis at vit ikki einans rúma nøkrum fáum, men øllum sum ynskja at lesa í Føroyum.

 

John av Reyni

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com