SU um abort - grein í Sosialinum 18. august 2017

18. august 2017

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Niðanfyristandi spurningar, eru spurningar, sum Sosialurin setti Karin Reginsdóttir Joensen, forkvinnu í SU, í sambandi við kjakið um fría abort í Føroyum. Greinin varð prentað 18. august 2017.

 

1. Hvat er galið við verandi fosturtøkulóg?

Grundleggjandi er trupulleikin við verandi fosturtøkulóg, at avgerðarrætturin ikki liggur hjá kvinnuni, men hjá tveimum óheftum læknum, sum skulu taka avgerð um at ganga ynskinum hjá kvinnuni á møti, um hon ynskir abort. Hetta meta vit ikki vera rætt.

 

2. Hvørjir eru størstu fyrimunirnir við eini meiri liberalari fosturtøkulóg?

At álit verður lagt á borgaran. Vit hava metlágt aborttal í Føroyum, og óivað er hetta ikki bara orsakað av lóggávuni.

At kvinnan kann ráða yvir egnum kroppi og egnari framtíð. Um ein kvinna veruliga ikki sær seg føra fyri at fáa eitt barn undir núverandi umstøðum, so kann hetta vera bæði skaðandi fyri lívið hjá bæði móður og barni. Sjálvandi skulu vit hava so mikið góðar sosialar skipanir í vælferðarsamfelagnum Føroyum, at eingin kvinna kennir seg noydda at taka abort orsakað av sosialum og fíggjarligum orsøkum. Tó kunnu tað vera so nógvar aðrar orsøkir, sum vit sum samfelag ikki kunnu gera nakað við - og ei heldur kunnu vit seta okkum sum harrar yvir, nær ein so persónlig orsøk er nóg ‘góð’ ella ikki. Tí má og skal avgerðin liggja hjá kvinnuni sjálvari.

 

3. Hvørjir eru størstu vandarnir við eini meiri avmarkaðari fosturtøkulóg?

Í flestu londunum, har abort er ólóglig, fara abort fram hóast alt - munurin er tó at hesar verða framdar av fólki, ið ikki hava serkunnleika innan økið. Harafturat eru ofta reinar og tryggar umstøður at gera eitt læknafrøðiligt inntriv heldur ikki tilstaðar. Her seta vit lív og heilsu hjá kvinnuni í vanda. Veruleikin er, at milliónavís av kvinnum fáa ólógliga abortir hvørt ár og at áleið 70.000 kvinnur doyggja hvørt ár av at fáa framt eina ólógliga abort.

Avtrat tí, mugu vit eisini avklára okkum við, at abort er ein veruleiki, og við at avmarka tað, goyma vit trupulleikan og senda hann til Danmarkar at vera loystan ístaðin.

 

4. Hví metir tú / metir tú ikki, at talan er um at týna lív, tá fosturtøka verður framd?

Tað er ein stórur og ikki minst filosofiskur spurningur at seta. Er definitiónin uppá lív nakað, sum veksur? Eru plantur lív? Eru djór lív? Um vit kunnu semjast um, at alt hetta er lív, so hava vit í øllum valt at staðfesta, at einans menniskjalív er ‘heilagt’ og ikki má týnast. Harfrá kunnu vit seta okkum spurningin, nær talan er um eitt fostur og nær talan er um eitt mennskja. Er til dømis eitt fræ tað sama sum eitt træ?

5. Eigur markið fyri, nær fosturtøka skal vera loyvd/bannað at vera flutt?

SU heldur, at tað eigur at vera eitt mark fyri, nær abort kann vera. Tað er tó trupult hjá okkum sum ungmannafelag at definera eitt slíkt ítøkiligt mark, men ein møguleiki er at fylgja mørkunum í hinum norðurlondum, har tað í teimum flestu er 12 vikur. Dentur má vera lagdur á læknafrøði, men eisini má takast hædd fyri at kvinnan skal fáa nóg góða tíð at hugsa seg um í.

 

6. Heldur tú, at nakað slag av vegleiðing skal bjóðast mammuni, áðrenn hon fremur fosturtøku?

Ja. Í SU leggja vit dent á at kvinnan skal fáa bjóðað bæði vegleiðing og ráðgeving frá fakfólkum, bæði áðrenn og aftaná avgerðina. Hetta skal vera skikkað og ólitað ráðgeving, sum ikki eggjar kvinnuna at taka eina ávísa avgerð fram um hina. Talan kann her vera um sosialráðgeva, lækna, sálarfrøðing o.s.fr.

 

7. Hevur pápin nøkur rættindi, tá avgerðin um at fremja fosturtøku, skal takast?

Hetta er ein trupul spurningur at svara ja/nei til. SU er tó ikki av tí fatan, at pápin skal hava serrættindi sambært lóggávuni í fyrstu syftu.

Um vit hava fría abort, so kunnu vit ikki tvinga kvinnuna at gjøgnumføra barnsburðin, tí maðurin sigur tað. Hinvegin kunnu vit so spyrja, at um kvinnan kann sleppa at taka abort, um hon ynskir tað, eigur maðurin so eisini rætt at taka eina sokallaða ‘juridiska abort’, um hann ynskir - tað vil siga, at hann lógliga kann fráskriva sær alla ábyrgd av barninum. Hetta hevur SU enn onga støðu til.

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com