FNSU: The new spirit of Korpilampi

04. okt. 2016

 

FNSU: The new spirit of Korpilampi – Sterkari loysnir til nútímans kreppur

 

Sosialdemokratisku ungmannafeløgini í norðurlondum og í baltisku londunum spáa, at samstarv verður hin mest týðandi luturin í heimsparti okkara ta komandi tíðina. Gjøgnum samanhald kunnu nútímans avbjóðingar gerast møguleikar morgindagsins.

 

Eitt av mest týðandi málunum í heiminum er í løtuni flóttafólkakreppan. Kríggið í Sýrialandi hevur herjað á so leingi, at tað nú hevur verið longri enn Fyrri Veraldarbardagi var. Altjóða samfelagið hevur ikki staðið sína roynd at veita sivilfólki tryggleika, verju og virðilig livikor. Hetta merkir, at vit í norðurlondum og í baltisku londunum mugu taka stórri ábyrgd at stuðla teimum, ið eru vorðin noydd at rýma frá húsi og heimi, í staðin fyri at gera støðu teirra truplari.

 

FNSU vísir á, at limalondini í ES eru afturat hesum bundin til at halda flóttafólkayvirlýsingina, og at tað er ein felags ábyrgd, at vit hvør sær taka okkara part av flóttafólkum.

 

Vit stýra ikki, hvagar vit verða fødd, men vit kunnu stýra teimum møguleikum og tí samanhaldi, ið vit geva hvørjum øðrum í felag. Okkara gerningar í dag fara at standa sum varðar og vegleiðingar til komandi ættarlið. Sosialdemokratisku ungmannafeløgini í norðurlondum og í baltisku londunum viðmæla strangliga, at virðini samhaldsfesti, næstrakærleiki og javnrættindi verða hildin í hátt.

 

Eins týðandi og tann felags leikluturin at taka ímóti flóttafólki, síggja vit tað sum lívsneyðugt at gera okkurt við kjarnuna í trupulleikanum – vaksandi harðskapurin, ið noyðir fólki at rýma. Søguliga hava norðurlond havt ein savnandi leiklut í altjóða friðarsamráðingum og í at verja altjóða friðin. Altjóða samhaldsfesti er kjarnuvirðið í okkara hugsjón. Samstundis veita norðurlond hernaðarliga útgerð, vápn og tøkni, ið seta í váða trygdarjavnvágna í øllum heiminum. Tískil eigur vápnaútflutningur at fylgja kjarnuvirðum okkara, og ikki vera í andsøgn við málið um at skapa ein friðarligan og javnan heim.

Í einum heimi, har møguleikar hins einstaka í stóran mun valdast støðu foreldranna, er tað okkara fremsta mál at minka um ójavnan og vaksa um sosialt rættvísi og rættindi arbeiðaranna. Javnrættindi, sosialt rættvísi, og arbeiðararættindi eru grundleggjandi fyri sosialdemokratisku ungdómsrørsluna í norðurlondum og í baltisku londunum. Tí er tað so, at ein evropeisk súla fyri sosial rættindi, hevur týdning.

 

Samstarv og integratión í norðurlondum og í baltisku londunum hevur týdning fyri fólkini í norðurlondum og í baltisku londunum, í Evropa og í heiminum. Tí fer tað at hava stóran týdning fyri komandi ættarlið, um hetta samstarv eydnast. Í ráðstevnuni hjá FNSU í Korpilampi í Finnlandi hava limafeløgini í FNSU styrkt og víðkað um samstarv teirra – in the new spirit of Korpilampi.

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com