Sosialistisk Ung í Løgtingið!

13. mars, 2015

"Sosialistisk Ung í Løgtingið!"

 

30. desember 2014 varð eykaaðalfundur hjá Sosialistisk Ung. Á skrá var eitt nú val av løgtingsvalevni fyri Sosialistisk Ung til løgtingsvalið 2015.

 

Hetta umboðið bleiv forkvinnan í SU, Oda Kjartansdóttir Strøm. Valið varð alment staðfest 18. februar, tá Oda kom á vallistan hjá Javnaðarflokkinum.

 

Ætlanin er ikki bara, at Oda skal umboða tey ungu í SU á Løgtingið. Oda skal umboða øll tey í Føroyum, sum sakna, at vit hava eldhuga, hugsjón og hjartað í politikki.

 

Oda lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum, er 23 ára gomul, og skilir sostatt hvussu tað er at royna at liva sum ungur í Føroyum. Hon veit hvat tað er vit sakna, hon veit hvussu nærmast ómøguligt tað er at liva fyri tann lestrarstuðulin vit hava, og hon veit hvussu torført tað er at lesa, tá ein samstundis má hava eitt mestsum fulltíðararbeiði við síðuna av. Harafturat so lurtar Oda eftir tí, sum fólk siga henni, og hon er klár at berjast av øllum alvi fyri tí, sum hon metir er rætt ella kann betrast.

Meira enn tað, so umboðar Oda Kjartansdóttir Strøm tær hugsjónir, ið vit í SU standa fyri. Føroyar eru eitt fantastiskt land, men tað kann blíva so nógv betri. Tað kann blíva so nógv betri fyri so nógv fólk, sum ikki hava fingið lut í tí politikki, sum er førdur av sitandi samgongu. Føroyar kunnu blíva javnari og Føroyar skulu tryggja, at tær eru eitt stað, har øll hava møguleika at blíva tað, tey vilja. Føroyar skulu trúgva uppá, at hvør einstakur kann blíva til nakað, heldur enn at tey sum hava, skulu fáa meira.

Oda Kjartansdóttir Strøm skal, saman við okkum í SU og øllum, ið stuðla henni, tryggja, at vit fáa tær Føroyar vit vilja hava, og trúvirði aftur í føroyskan politikk.

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com