Samkynd gifta eitt stórt stig á javnrættarleið

30. apríl 2016

"Samkynd gifta eitt stórt stig á javnrættarleið!"

 

Málið um hjúnabandslógina er eitt stórt fet ímóti einum javnari samfelag, tí stríðið fyri javnrætti heldur fram.

 

Í gjár varð ein stórur gleðisdagur, og vit kunnu ikki annað enn fegnast um at broytingarnar í hjúnabandslógini umsíður vórðu samtiknar. Dagurin í gjár hevur, eins og mikudagurin, verið ótrúðligur og kærleikin hevur verið sjónligur allastaðni. Hetta frøir okkum í SU almikið, tí málið um samkynda giftu hevur fylt nógv hjá okkum gjøgnum ár og dag.

 

Síðan málið á fyrsta sinni varð sett á politisku dagskránna, millum annað av fyrrverandi javnaðar-løgmanni, Jóannes Eidesgaard, og lagt fram fyri ting av, millum annað núverandi javnaðar-landstýriskvinnuni, Rigmor Dam, hevur SU stuðlað LGBT og stríðskós teirra. Við tí áskoðan at hjúnabandslógin skal rúma samkyndum eins og hinskyndum, hevur SU stríðst fyri, og lagt nógva orku og tíð í at tryggja javnrættindi teirra samkyndu.

 

Hóast vit hava upplivað mótgang í felagnum undir tilgongdini, so standa vit nú sterkari enn nakrantíð áður. SU hevur í dag fleiri limir enn nakrantíð, og arbeitt verður við at koma út um alt landið við okkara javnaðarhugsjón.

 

SU hevur á hvørjum landsfundi gjørt vart við rættindini hjá samkyndum, og við tað, at málið nú er samtykt, hava vit prógvað, at vit, í mót- og viðráki, hava gjørt okkara til, at ein samlaður Javnaðarflokkur stemmaði fyri uppskotinum. At, um rætt verður farið fram, kunnu ungdómar eisini ávirka politiska landslagið. Og at saman standa vit altíð sterkari.

 

Nú er málið samtykt og skal líka ein skjótan túr forbí Fólkatingið, áðrenn tað endaliga verður sett í gildi her heima. Vit gleða okkum til samkynd endiliga kunnu giftast, men ætla okkum ikki at steðga á her.

 

Sum røtt javnaðarfólk fara vit at stríðast víðari fyri javnrættindum fyri øll fólk, so at ein og hvør kann liva tað lívið ein ynskir og droymir um - óansæð uppruna, upphav, fíggjarliga bakgrund ella kynsligan samleika.

 

 

Við javnaðarkvøðu

SU

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com