Samhugaskriv til systurfelag okkara Fatah Youth Movement

9. sept. 2016

"Samhugaskriv til systurfelag okkara Fatah Youth Movement (English translation below)"

 

Tann 9. juni í ár vórðu tveir limir úr Fatah Youth Movement í Palestina, Mahmoud al-Balboul og Mohammad al-Balboul, fongslaðir av ísraelskum myndugleikum. Hetta fór fram á ein hátt, sum hevur fingið nógvar atfinningar.

 

Teir báðir fingu onga rættargongd og onga atgongd til sakførara. Hetta slagið av varðhaldi, sum verður nógv brúkt av Ísrael, er brot á altjóða lógir og mannarættindasáttmálar, og hetta verður brúkt til at fongsla fólk av politiskum ávum.

 

1. juli fór 21 ára gamli Mahmoud í hungursverkfall, og 4. juli gjørdi 25 ára gamli Mohammad tað sama. Hetta var fyri at mótmæla ólógliga varðhaldinum. Síðani teir fóru í hungursverkfall, hava teir báðir einans drukkið vatn, og tískil er heilsustøða teirra nú vorðin hættislig.

 

Handtøkan av teimum báðum ungu monnunum er bert eitt punkt á einum langum lista av mannarættindabrotum. sum eru framd av ísraelska statinum.

Í SU eru vit greið yvir, at støðan ímillum Ísrael og Palestina er als ikki einføld, men nøkur ting eiga vit ongantíð at góðtaka. Tað at støðan í Ísrael fyri mong er merkt av sterkum kenslum, ger, at tað er skjótt at mála heimin svartan og hvítan. Slíkur hugburður førir við sær eina alt ov einfalda mynd, harí annar parturin altíð hevur rætt.

 

Serstakliga óheppið er væntandi atfinningarsemi mótvegis teimum mongu mannarættindabrotunum, sum Ísrael fremur. Vit halda, at vit, uttan mun til okkara støðu til konfliktina í Ísrael, eiga at vísa, at vit ongantíð góðtaka mannarættindabrot.

 

Lat okkum øll í felag verða við til at finnast at órættvísi, og í tí stilla hava hesi í okkara huga, sum um tey eru ein av okkara.

 

 

Við javnaðarkvøðu

SU

 

In English:

"Letter of sympathy for our sisterorganization in Palestine, Fatah Youth Movement"

 

At the 9th of June, two members of the Palestinian Fateh Youth Movement, Mahmoud al-Balboul and Mohammad al-Balboul, were taken into detention by the Israelian government. This was done in a way which has received a lot of critique.

 

The two youths did not receive a fair trial and they were denied access to legal assistance. This form of detention which is broadly used in Israel is a breach on international law and on international human rights conventions. It is a way of taking political prisoners.

 

As a protest against this practice, 21 year old Mahmoud began his hunger strike at July the 1st and 25 year old Mohammad did so as well at July the 4th. The two of them have only been drinking water since then and thus their health situation is now critical.

 

The arrestation of the two men is only one point on a long list of human rights violations performed by the state of Israel.

 

In the Socialist Youth, we are well aware that the conflict between Israel and Palestine is far from simple – however, some things we must never accept. The fact that the situation in Israel for many people is loaded with strong emotions quickly paints the conflict in black and white.

 

Such an attitude leads to a far too simple picture where one side is always perceived as being right. Increasingly unfortunate is the lack of criticism against the many human rights violations performed by Israel. We demand that human rights violations should never be accepted, regardless of our attitude towards the conflict in Israel.

 

Let us all in union object to injustice and in our daily life keep these who are violated close to our hearts.

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com