Kenna okkum noydd at tala at!

12. nov. 2017

Sosialistisk Ung: Kenna okkum noydd at tala at!

 

1. september 2015 var ein gleðisdagur fyri SU. Vit høvdu júst vunnið valið og líkt var til, at dagarnir við høgrakonservativu ABH-samgonguni vóru taldir. 14. september 2015 var aftur ein stórur dagur, tí tá varð hetta felt niður á papír.

 

”Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan”, stendur millum annað í samgonguskjalinum.

 

At fara frá skipanini við politiskari útlutan til eina marknaðargrundaða skipan fyri fólksins ríkidømi var ein av kjarnuboðskapinum hjá Javnaðarflokkinum til valið. Í alt ov langa tíð hava fáir persónar ríkað seg upp av felags tilfeinginum, og hetta hevur skapt eina gjógv millum rík og fátæk í Føroyum.

 

Hesir fáu vinnulívsaktørar hava serliga síðan 2010, tá Føroyar ásettu sær størri part av samlaðu makrel-kvotuni, fingið eina yvirhondsstóra upphædd at liva væl av.

Samstundis standa fólk heimleys, tí ikki nóg mikið av bústøðum eru til okkum øll. Landssjúkrahúsið má ár um ár halda eina játtan, ið als ikki er tilsvarandi tað, sum tørvurin er. Ung fólk flyta av landinum, tí okkara lestrarumhvørvi stendur seg ikki í kappingini við grannalondini - hóast tað átti at vera lætt at gera nakað við, tá talan er um so fá lesandi. Og soleiðis kunnu við halda fram.

Orsøkin, at hetta hendir, er, at landskassin hevur ikki neyðugu pengarnar at gera nakað við hetta. Tó, so eigur landið neyðugu pengarnar!

Í staðin fyri at ovurstóru vinningarnir enda í felagskassanum, so enda teir í privatu lummunum hjá ávísum vinnulívsfólki og ein partur verður sendur til Hollands, har føroyingar neyvan fáa nakran ágóða av teimum.

Vit mugu ikki gloyma, at Føroya fólk eigur ríkidømið í havninum.

 

Tað átti ikki at vera neyðugt at minna nakran á, hvat er hent hesi seinastu árini. Tó standa vit nú vónsvikin og kunnu bara hyggja at, meðan semja aftaná semju verður brotin av limum úr okkara egna flokki. Hesir spenna bein fyri, at fólksins ríkidømi fer frá at vera á fáum hondum til at vera ein munandi hornasteinur, sum skal fíggja vælferðina í hesum landinum.

 

Sosialistisk Ung vísa á sína ónøgd við framferðarháttin hjá Kristini Michelsen og Bjarna Hammer. Tað klæðir ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at hetta uppskotið fellur til jarðar. Og tað klæðir so avgjørt ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at skríggjandi neyðin hjá pørtum av samfelagnum skal halda fram, meðan fáir vinnulívsaktørar liva feitt av fólksins ogn.

 

Við javnaðarkvøðu

Sosialistisk Ung

 

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com