Góðu javnaðarfólk – vísið nú, at tit duga at standa saman!

20. mars 2016

"Góðu javnaðarfólk – vísið nú, at tit duga at standa saman!"

 

Sosialistisk Ung skipaðu saman við Unga Tjóðveldið og Framsøkin Ung fyri einum átaki, ið vit valdu at nevna “steðgið undanførslunum!” Hetta tí at gjøgnum alla okkara virknu politisku tíð, hevur evnið um rættindi til samkynd fylt nógv fyri okkum, men enn eru vit ikki komin á mál.

 

Á hvørjum ári tann 27. juli standa vit øll saman. Vit stóðu saman, uttan fyri tingið, seinast hetta uppskotið varð lagt fram. Vit hava skrivað óteljandi lesarabrøv um evnið, vit hava málað óteljandi ælabogar, og vit hava veruliga barst fyri at tryggja samkyndum somu rættindi sum hinskyndum – og vit ætla okkum ikki at gevast, fyrr enn vit eru komin á mál!

 

Boðskapurin “steðgið undanførslunum” var til teirra, ið siga seg vilja tað sama sum vit, men ferð aftaná ferð koma við øllum teimum mest óhugsandi undanførslunum, sum føra við sær, at málið verður skúgvað til viks.

 

Í gjár komu enn fleiri undanførslur – eisini úr okkara egna flokki. Hetta eru vit vónbrotin av. Vónbrotið komst av, at tveir tingmenn úr okkara egna flokki undanførdu seg á Løgtingsins røðarapalli, og annar ynskti at fáa málið beint aftur í nevnd.

 

Sjálvandi virða vit, at tað í etiskum málum er upp til hvønn einstakan at atkvøða eftir egnari sannføring. Tað er eisini ein týðandi eginleiki hjá Javnaðarflokkinum – at rúma øllum.

 

Tíverri er støðan soleiðis, at um ein atkvøður øðrvísi enn restin av flokkinum í hesum máli, kemur hetta at raka allan flokkin og ikki minst ein kúgaðan minniluta av føroya fólki. Vit hava fingið valdið - tí eisini ábyrgdina. Latið nú okkum byggja manngarð um tey, ið onki annað ynskja enn javnrættindi.

 

Tí vilja vit so inniliga heita á tykkum javnaðarmenn, ið komu við undanførslum mikudagin, um at stuðla floksfeløgum tykkara. Latið okkum vísa, at Javnaðarflokkurin er ein flokkur, har vit standa saman og ikki mótarbeiða hvørjum øðrum.

 

Við javnaðarkvøðu og vegna Sosialistisk Ung

Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com