Annlis, eingin móður Theresa!

John av Reyni, limur í SU

22. desember, 2014

"Annlis, eingin móður Theresa!"

 

Nú stundar alvorliga til jóla og nógv fólk síggjast úti á gøtuni, býnum og ikki minst í ferðsluni nú tann síðsta gávan, plaggi og maturin skal keypast áðrenn tann hugnaligan løtan skal vera við familju og vinum.

 

Sum kunnugt so hevur nógv verið frammi í fjølmiðlinum um at vit hava mangar familjur sum ikki megna at fáa endarnar at hanga saman og hevur hendan jólatíð helst verið ein sera ræðandi tíð fyri hesar familjur, tí jólini eru ikki akkurát ein bílig tíð!

 

Vit hava helst øll sæð hetju filmarnar har í alt sær svárt út, men so í síðstu løtu kemur hetjan buldrandi inn á filmsskýgjan, bjargar degnum og síðan endar alt gott.

 

Tann sanna hetju søgan í Føroyska samfelagnum kann sigast at vera um “Í menniskjum góður tokki” sum kom buldrandi inn í einari svárari tíð og veruliga fekk bjarga mangum familjum, børnum teirra og ikki minst so fekk “Í menniskjum góðu tokki” sett fokus á hetta tabuseraða evni tí sannleikin er at vit hava nógvar fátækar familjur.

 

Nú er tað soleiðis at dulnevnd fólk eru farin undir herferð ímóti persóninum handan “Í menniskjum góður tokki” Annlis, nógv verður skriva og nevnt verður at hon er ein tjóvur sum einans tekur penningin til sín sjálvs og veruliga ikki er ein móður Theresa.

 

Arbeiði innan stórar felagskapar hevur ein ávisan kostnað og vil tað altið vera soleiðis av tí at nógv tí fer til at umsita slíkt og “Í menniskjum góður tokki” er einki undantak , nevnast kunnu felagskapir sum Amnesty International, Barnabati, ABC barnahjálp og fleiri aftrat sum hava 1 og fleiri starvsfólk á teirra lønarlista.

 

At nakar fær ilt í reyvuna av at ein persónur velur at gera eitt megnar arbeiði til framma fyri familjur og børn teirra sum ikki eiga til dagin er satt at siga syrgiligt og ræðandi.

 

Nógvar eru familjurnar sum fara at kenna tann heita og góða jólahugnan takka verið Í mennikjum góður tokki og eg veit at tær eru sera takksamar fyri hetta megnar arbeiði sum verður framt ár eftir ár.

 

Takk fyri títt megnar arbeiði Annlis, sum tú og tín felagskapur ger, uttan tykkum hevði tað sanniliga verið eini minni dámlig jól í nógvum heimun og at enda vil eg fegin ynskja tær og tínum eini gleðilig og hugnalig jól.

 

Við Javnaðarkvøðu

 

John av Reyni

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com