Akademikaraføroyar

9. januar, 2015

"Akademikaraføroyar?"

 

17. desembur skipaði Tórshavnar Ungdómsráð fyri einum spennandi ungdómstiltaki í Perluni í Havn. Á skránni var eitt nú pallborðsfundur millum tey politisku ungmannafeløgini, og eitt av evnunum var “miðnámsskúlar”.

 

Úr kjakinum eru Sosialistisk Ung blivin endurgivin soleiðis á heimasíðuni in.fo: “Sosialistisk ung eru samd í, at alt ov nógv eru á studentaskúla, sum ikki hoyra heima har og sum onki tíma.” Endurgevingin er eitt brot úr einum longri aftursvari til ákærurnar frá Ung fyri Miðflokkin og HUXA, har tey bæði ungmannafeløgini vildu vera við, at Sosialistisk Ung ynskja eitt samfelag, har øll skulu verða akademikarar. Tað er sjálvsagt ikki satt. Vit í Sosialistisk Ung halda fast í, at krøvini fyri at koma inn á miðnámsskúla ikki skulu herðast, og at allir skikkaðir næmingar skulu hava møguleika at sleppa inn. Hetta merkir ikki, at vit ynskja eitt samfelag, har øll hava miðnámsútbúgving, men vit eru sterkt ímóti, at mann til dømis innførir upptøkuroyndir og treytaðan lestrarstuðul, alt eftir hvussu væl mann klárar seg, sum HUXA og UfM løgdu upp til á pallborðsfundinum.

 

Hetta orsakað av, at tað sanniliga hevði verið steinur omaná byrðu á ein pressaðan næming - tað kunnu nevnliga vera nógvar aðrar orsøkir til enn tær fakligu, at ein næmingur haltar afturút í undirvísingini. Vit hava brúk fyri øllum kreftum innanfyri allar yrkisgreinar, um vit ynskja at varðveita og styrkja okkara vælferðarsamfelag. Tað, sum tí er høvuðstrupulleikin í dag er, at yrkisútbúgvingarnar verða ikki raðfestar nóg mikið í mun til miðnámsútbúgvingarnar. Av tí sama mangla vit ungdóm, sum velja at taka ta útbúgvingarleiðina. Onkursvegna tykist tað at vera prentað inn í høvdið frá barnsbeini, beinleiðis ella óbeinleiðis, á hesari generatión, at miðnámsvegurin er mest upplagdi útbúgvingarvegurin at taka - serliga hjá gentunum. Henda leiðin meta vit má broytast, um vit skulu varðveita og betra um tað samfelagið, vit kenna í dag.

 

Yrkisútbúgvingarnar mugu eisini raðfestast, og nógv ymiskt kundi verið sett í verk fyri at loysa hesa støðuna - til dømis kundi eitt størri lýsingarátak verið sett í gongd fyri at upplýsa um allar tær ymisku útbúgvingarvegirnir, ein kann taka, ella kundi mann farið inn longu í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum við lestrarvegleiðing, sum upplýsir næmingarnar um teir mongu møguleikarnar, sum eru í dag, og sum ráðgevur teimum í teirra avgerð um komandi yrkisleið teirra. Sosialistisk Ung meta tað vera evsta uppgáva hjá útbúgvingarverkinum at bjóða dygdargóðar og varieraðar útbúgvingarmøguleikarnar til allar skikkaðar næmingar. Tað loysir seg fyri alt samfelagið, bæði menniskjaliga og búskaparliga.

 

Við javnaðarkvøðu

Sosialistisk Ung

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com