Ókeypis læknahjálp gerst søga

29. november, 2014

"Ókeypis læknahjálp gerst søga"

 

Talið av føroyingum í fátækraváða er hækkað støðugt seinastu árini, og nýggjastu tølini eru, at 10% av øllum føroyingum eru í fátækraváða! Ein skomm fyri teir politikarar, ið sita fyri valdið, men lat tað fara fyri fyrst.

 

Tann veruliga skommin byrjar, tá tað gerst eitt krav, at fólk, ið hava goldið skatt alt sítt lív, skulu rinda úr egnum lumma fyri at verða viðgjørd fyri sína sjúku. Tað seinasta dømið er, at vit hava ein giktalækna í Føroyum við veldigari arbeiðsbyrðu. Tað eru 1500 føroyingar, ið liva við gikt. Helst kenna vit øll onkran, ið hevur gikt, og tí kunnu vit helst øll taka undir við, at gikt er eingin dansur á rósum. Lívsgóðskan hjá tí sjúka fer í botn.

 

Nú frættist, at serlæknin hevur sagt seg úr starvi, tí at arbeiðsumstøðurnar eru ov vánaligar. Tað er neyvan neyðugt við eini kanning fyri at staðfesta, at ein einsamallur lækni fær ikki bjóða nøktandi viðgerð til 1500 sjúklingar. Hetta ber snøgt sagt ikki til – tað er eitt ómenniskjaligt krav. Av tí sama eru nógvir føroyingar við giktasjúku, ið rinda úr egnum lumma fyri privata viðtalu, so tey kunnu fáa ein linna uttan at skula bíða í mánaðir og ár eftir at sleppa fram at hjá almenna serlæknanum.

 

Er hetta tað, vit reypa av? Okkara prúða vælferðarsamfelag, ið hevur ráð at lata einum múgvandi minniluta milliardavirðir, meðan ein stórur partur av fólkinum gongur við varandi pínu? Hetta fær loyvi at henda av einari orsøk: Politiski viljin til at tæna vinum og kenningum verður raðfestur hægri enn góð viðgerð í góðari tíð!

 

Ein kann spyrja, um Heilsumálaráðið hevur avgjørt, at bíðilistarnir skulu leingjast, so at fólk sjálvi skulu keypa sær heilsutrygging – eins og í USA – í staðin fyri at seta sítt álit á tær almennu heilsutænasturnar. Er hetta alt ein liður í eini langtíðarætlan at avtaka almennu heilsutænasturnar, ella fyriliggur nøkur langtíðarætlan yvirhøvur?

 

Tað eru mong í samfelagnum, ið ikki hava ráð at rinda fyri privata viðgerð. Við eitt sindur av rokning ber til at staðfesta, at tað eru 150 føroyingar við gikt, ið eru í fátækraváða. Ein long sjúkulega kann fyri hesi fólkini gerast ein dómur fyri lívið, steinur omaná byrðu. Tá taka vit eitt stórt stig burtur frá hugsjónini um, at øll hava rætt til eitt virðiligt lív.

 

Íblástur til broyting fæst, um vit hyggja til Svøríkis. Svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven tók seinasta fríggjadag eitt stórt stig tann rætta vegin, tá hann í samrøðu við UgebrevetA4 segði soleiðis:

 

- Den svenske regering vil tage skridt til at udvikle styringen af den offentlige sektor i en retning, som indebærer, at professionernes kunnen og faglige etik bliver mere vejledende end i dag. Med andre ord skal sygeplejersken, læreren og sosuen generobre den offentlige sektor fra regnedrengene. ... Ingen skal tjene penge på at sænke kvaliteten i den offentlige sektor.

 

Vit í Sosialistisk Ung ganga inn fyri einum samfelag, har heilsuverkið ikki ger mun á fólki vegna inntøku, men er fyri allar føroyingar. Vit trúgva uppá, at øll hava rætt til eitt gott lív – vit hava øll verið við til at goldið fyri tænasturnar gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Latið okkum lyfta í felag, so lætnar byrðan so ómetaliga nógv fyri tey, ið ikki orka so væl!

 

Við javnaðarkvøðu

Sosialistisk Ung

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com