Í menniskjum góður tokki gevst

John av Reyni, limur í SU

25. november, 2014

"Í menniskjum góður tokki gevst..."

 

Nógvar eru familjurnar sum hava havt stóra gleði av hjálpini Í menniskjum góður tokki hevur latið og mangan hevur hendan hjálpin verið tann sum hevur bjarga nógvum børnum eini góð, gleðilig og mett jól.

 

Støðan er tann í okkara samfelag í dag at vit hava alskyns familjur sum liða undir at vera í fátækravága og aðrar fátækar, vit síggja hvussu hetta tabuseraða evni er komin undan kavi og hvussu hagtølini sveima inn bæði frá Í menniskjum góður tokki og hagtalsstovuni.

 

Nógv eru tey árin sum kunnu standast av at børnini liða undir hesum og er hetta nakað sum fylgir okkara børnum alt lívið og eru tey merkt inn á bein og hava fingið ar á sálina.

 

So er spurningurin tann er tað okay at vit hava familjur sum liða?

 

Er tað okay at har eru børn sum fara svong í song?

 

Og er tað okay at vit hava børn í hópatalið sum vera útihyst frá aktivitetum sum ítrótti og líknandi vegna at valið er millum eitt limagjald ella mat á borðið!

 

Núverandi samgonga sum hevur sett seg at varða av okkara samfelag og Føroya fólki hevur frá byrjan av sett seg ímóti at eitt fátækramark bleiv sett og fyri viku síðan valdi hendan sama samgonga at nokta fyri at barnafrádrátturin kundi hækkast við 1500 kr.

 

Samgongan hevur ístaðin fyri at varða av vælferðarsamfelagnum valt at avlaga vælferðarsamfellagið hóast hetta júst er skapt til at vit sum borgarar kunnu fáa eina hjálpandi hond tá ið livsstøðan kann vera eitt sindur óvæntað!

 

Eg vóni at eg um nøkur fá ár kann lesa at Í menniskjum góður tokki gevst tí at hendan hjálpin ikki er neyðug meira av tí at samfelagið og tey sum hesum stýra hava tikið hesa ábyrgd á seg.

 

Eg eri flóvur av at vit hava fólk sum eru í tí keðiligu støðu at tey hava ringt við at breyðføða sær og ikki fáa hjálp frá samfelagnum tí tað eigur ikki at henda seg í okkara ríka samfelag at vit hava fólk sum fara svong í song.

 

Vit hava nokk av ríkidømi og orku til at veita hesa hjálp og vit eiga eisini at veita hesa hjálp!

 

So eg vil heita á tykkum sum varða av okkara landi takið tykkum tað ábyrgd á tykkum sum eigur at vera og fái hetta gjørt ongantið ov skjótt!

 

Tí minst til ein keðilig støða kann henda fyri ein og hvønn, tað kann vera tín granni, tíni vinfólk, tín systir og tað kann vera tú sum kemur út fyri hesu støðu!

 

Við Javnaðarkvøðu

 

John av Reyni

 

 

Niels Finsensgøta 14, FO-100 Tórshavn, Tlf +298 250920, suforoyar@hotmail.com